Bøtt verður nú um hølisviðurskiftini hjá tónleikarum í Havn. Umvælingin av Gamla Reinsaríi er liður í at útvega tónleikarum spælistað Tórshavnar býráð er farið í holt við at fyrireika Gamla reinsaríðið til spælistað hjá tónleikarum.
Í løtuni verður húsið høvuðsumvælt uttan, og samstundis verður arbeitt við eini heildarætlan fyri reinsaríðið og økið rundanum við smáu bygningunum og túnunum í millum. Hetta hevur mentamálanevndin samtykt.
Ætlanin er, at fáa eitt heildarkonsept við spælistaði og venjingarhølum, og øðrum kreativum virksemi til t.d. myndlist. Og túnini rundanum skulu gerast hugnalig so at tað eisini ber til at vera uttandura tá ið veðrið loyvir tí.