Skipasmíð: Arbeiðið við at rigga gomlu Norrønu, sum nú kallast "Logos Hope", til nýtt trúboðaraskip gongur væl.
Skipið hevur í eina tíð ligið við bryggju í Danmark, har ein partur av arbeiðinum er gjørt. Men í gjáramorgunin kl. 9 fór Logos Hope úr Danmark, og skal nú sigla niður til Montenegro, har enn ein partur av umvælingini skal gerast.
Túrurin hagar fer væntandi at taka einar 12 dagar. Skipið verður væntandi í dokk til einaferð seint í summar. Eftir tað verður Logos Hope lagt upp í Bremen í Týskalandi, har restin av umvælingini skal gerast.
Ein partur av arbeiðinum hevur verið og verður gjørt við sjálvbodnari arbeiðsmegi. Mett verður, at ein longu nú hevur spart omanfyri 10 mió. kr. av hesi orsøk.
Nær skipið verður klárt at fara á sín fyrsta túr sum trúboðaraskip er ringt at meta um enn. Men sum skilst á lagnum, verður miðað eftir at tað skal koma til Føroyar at vitja á sumri 2006.










