Gamla Norröna sum heimsins størsti bókahandil

Eftir at fyrrverandi flaggskip okk­ara - Gamla Norröna - varð seld felagsskapinum Operation Mob­i­lisation er tað nógv broytt.

Skipið hevur m.a. fingið nýtt navn og eitur nú "Logos Hope", og skal eftir ætlan sigla undir før­oysk­um flaggi.
Skipið varð keypt á vári 2004 og skal eftir ætlan setast í sigl­ing aftur í komandi ári. Áður var tað bert við ferð­a­fólkum og bilum, men nú verður tað sum heimsins størsti flótandi bók­a­handil.
Logos Hope liggur í løtuni í Kroatia har ein partur av teirri stóru og umfatandi um­bygg­ing­ini fer fram, soleiðis at tað verður serinnrættað til end­a­málið.
Umborð á skipinum verður um­framt bókasøluna eisini ein stórur salur, har eini 500 fólk kunnu savnast til ráðstevnur.
Kømrini verða gjørd av nýggj­um, og kunnu tey rúma teimum 350 starvsfólkunum umborð og eini 150 gestum.
Áðrenn Logos Hope fer í sigl­i­ng aftur skulu eisini gerast skúl­a­hølir, ventilasjón og nógv onn­ur størri og smærri arbeiðir.
- Sniðið hjá skipinum er ein partur av okkara missión: At hvør einstakur vitjandi má verða førdur inn til nærri kunn­leika um Kristus. Hetta er bert møguligt, um vit eru før fyri at brúka tíð saman við teimum vitj­andi, lurta eftir teimum og býta út av okkara royndum.
- Vit vóna tí, at møguleikar verða skaptir til alt hetta um­borð her, sigur Lloyd Nicholas, sum er leiðari av Logos Hope-æt­l­anini. Ætlanin við Logos Hope byrjaði í 2001, og hevur frá fyrsta degi verið bundin av trúfastum stuðli og bønarhaldi frá kristnum kring allan heimin.
Eitt sera stórt sjálvboðið arbeiðið er gjørt umborð, og her hevur parturin hjá føroyingum ikki ligið eftir.