Upphøgging
Einki stendur í stað og allarminst tíðin. Alt, sum hevur eina byrjan, hevur eisini ein enda. Soleiðis er eisini við okkara fiskiskipaflota. Gomul skip og bátar hava sína tíð, tó at summi kunnu sigla og fiska í 100 ár ella meira.
Sluppin Ester var um 100 ára gomul, tá menninir, sum við henni vóru, drógu snellurnar fyri seinastu ferð.
Men tað er undantakið.
Upphøgging
Ein lesari hevur sent okkum myndir av gomlu Krúnborg, sum varð smíðað í Noregi í 1973.
Skipið – ella tað, sum tá var eftir av skipinum – stendur á skipasmiðju í Frederikshavn í Danmark, har tað verður høgt upp og selt sum gamalt jarn.
Enn sást navnið Krúnborg á hekkuni og heimstaðurin Tórshavn.
Gamla Krúnborg fór úr føroyska fiskiskipaflotanum í 1999, tá ið Eiler Jacobsen, reiðari, læt nýggju Krúnborg byggja. Skipið, sum fór av bakkastokki í 1999, eitur nú Fagraberg og er heimahoyrandi í Fuglafirði.
Tað var skipasmiðjan Westcon (West Contractors) í Ølensvåg í Noregi, sum tók gomlu Krúnborg í býti við nýbygningin, ið skipasmiðjan smíðaði fyri reiðaran.
Gamalt jarn
Petur H. Jacobsen, sonur Eiler Jacobsen, sum vit høvdu í telefonini í morgun, var bert trý ára gamal í 1973, tá gamla Krúnborg fór av bakkastokki í Ulstein í Noregi.
- Mær vitandi seldi West Contractors ongantíð skipið aftur, men skipasmiðjan kann síðan hava selt skipið sum gamalt jarn, nú tað verður høgt upp.
Hann sigur, at Eiler førdi Krúnborg, tá hon kom, og hann veit eisini at siga, at millum aðrar skiparar, sum loystu pápan av, vóru eitt nú Agga í Garðastovu, sáli, úr Vestmanna.
- Krúnborg var upprunaliga kraftblokkaskip, sum fiskaði sild, makrel og lodnu, men tá svartkjafturin kom fyri, fór skipið eisini at trola, sigur Petur H. Jacobsen.