Gamla býráðið hevur ein fund afturat í dag

Seinasti býráðsfundurin hjá sitandi býráð verður seinnapartin í dag, tá býráðið millum annað skal taka støðu til at játta pengar til ústjóndina á nýggju kirkjuni á Argjum.

 

– Vit fara at mæla til at játta fimm millióinir til útsjóndina, eins og vit hava gjørt við Vesturkirkjuna og Hoyvíkar Kirkju, sigur Heðin Mortensen.

 

Tað er millum annað til eina kopartekju.

 

Fíggjarnevndin og mentanarnevndin hava eisini fundir í dag – áðrenn seinasta býráðsfundi hjá sitandi býráð.

 

Klokkan 20 í kvøld er nýggja býráðið kallað saman at skipa seg, og tá fara Tjóðveldi, Framsókn og Fólkaflokkurin at velja Anniku Olsen til borgarstjóra og Gunvør Balle til varaborgarstjóra.