Gamla bygdagøtan sett í stand

Í summar hava menn arbeitt við at umvæla gomlu bygdagøtuna millum Leirvík og Gøtu, so hon aftur bleiv trygg og góð at ganga hjá teimum flestu. Bygdagøtan var illa farin av tíðarinnar tonn. Fyri nørkum árum stíðani tóku leirvíkingar stig til at umvæla gøtuna Leirvíksmegin, og í ár hava gøtumenn so umvælt hana Gøtumegin.

Eysturkommuna skrivar á heimasíðuni, at væl er komið burturúr, og í gjár var eitt fylgi og skoðaði og royndi verkið.

Sagt verður, at túrurin er avgjørt verdur at fara. Hann er rímuliga lættur og tekur umleið ein tíma. Á vegum eru sera vakurt útsýni í allar ættir.