Game of Thrones byrjar aftur í morgin

Tey verða ivaleyst nógv, sum seta nakrar løtur av til nýggjastu sesongina av Game of Thrones, sum byrjar í morgin. 

 

 

Sendirøðin hevur seks sesongir á baki, og nú kemur tann sjeynda í røðini. Game of Thrones byrjaði í 2011 og beinan vegin gjørdist sendirøðin sera vælumtókt kring allan knøttin. 

 

 

Hon er eisini ein tann dýrasta sendirøðin nakrantíð og hevur merkt ferðavinnuna í teimum londum, har hon er tikin upp. Eitt nú eru partar tiknir upp í Íslandi, og íslendska ferðavinnan hevur eisini nýtt hetta í marknaðarføringini av landinum við serstøkum Game of Thrones túrum. 

 

 

Sendirøðin sæst á HBOnordic í morgin.