Síðan síðsti partur av sesong sjey av Game of Thrones varð vístur á sumri 2017, hava nógvar gitingar verið, um nær vit koma at síggja meira til success-sendirøðina.
HBO hevur nú váttað, at nýggja og seinasta sesongin av Game of Thrones kemur út í apríl 2019. Tó kenna vit enn ikki dagfestingina.
Fjepparar av Game of Thrones kunnu tí gleða seg til at síggja, hvussu lívið í Westeros fer fram, og hvussu tað man fara at gangast Jon Snow og restini at berjast ímóti teimum sokallaðu White Walkers. Nú hetta er seinasta sesongin av Game of Thrones, koma vit allarhelst eisini at finna útav, hvør fer at vinna dystin um eyðkendu trónuna.
Har verða eftir øllum at døma seks partar, og hvør partur verður umleið 90 minuttir til longdar.
HBO hevur lagt eitt videobrot út av senum frá undanfarnu sesongunum, og hetta skal vera núverandi brellbitin til síðstu sesongina. Hygg at hesum her.