Gaman og álvari í Grasagarði

Fitt av fólki var ta einu løtuna í Grasagarði, har Javnaðarflokkurin hevði skipað fyri 1. Maidags haldi. Jazztónleikur og undirhald fyri børnum settu sín dám á tiltakið

Eftir traditionella 1. Maidagshaldið á Vaglinum í gjár, skipaði Javnaðarflokkurin fyri sínum egna tiltaki á arbeiðaradegnum.

Byrjað var klokkan gott og væl fýra við jazztónleiki, fyri at hita fólk eitt sindur upp. Og tað mundi treingja til, tí hóast vit nú væl og virðiliga kunnu síggja vár á kalendaranum, so var tað ikki sørt kølið at lýða á. Tíbeturbar til at verma seg við kaffi og øðrum góðum.

Danska orkestrið Six City Stompers vóru óførir á ljóðføri síni, og tað var ikki sørt, at onkur hevði hug at dansa afturvið tónunum.

Eyðvitað sást tú flestar av ting- og landsstýrismonnum javnaðarfloksins í Grasagarði hesa løtuna, men eisini aðrir tinglimir løgdu leiðina framvið at lýða á.

 

Gott undirhald

Heilt fitt av foreldrum við børnum vóru í Grasagarði hesa løtuna, og tá ið so Dánjal á Neystabø og Búi Dam trinu á pall at undirhalda børnunum, vóru tað fleiri enn tey smáu, sum hugnaðu sær óført.

Teir báðir dugdu væl at fáa børnini við, og so høvdu teir nakrar serra fittar sangir eisini, sum fekk vaksin eins væl og børn at svinga. Sera væleydnað.

Men pláss skuldi sjálvandi eisini vera fyri tí meiri álvarsama partinum av tiltakinum, go sum rímiligt er helt Jóannes Ejdesgaard, løgmaður og floksformaður javnaðarfloksins, høvuðsrøðuna. Men onnur hildu eisini røðu, millum annað »okkara egni« Heini í Skorðini.

Hetta gjørdist saman umtikið eitt væleydnað til tak, tó at tað fyri summi kanska kundi tykjast at draga nakað út.