Gamalt landslið vann á nýggjum landsliði

HB var betri, stundum heilt góðir. Tí vann HB uppiborið dystin, har teir seks gomlu landsliðsleikararnir hjá HB vístu størri dygdir enn teir seks landsliðsleikararnir hjá oddaliðnum

FÓTBÓLTUR

 

Kári Nielsen, Andrew av Fløtum, Rókur av Fløtum Jespersen, Mortan úr Hørg, Rasmus Nolsøe og Vagnur Mohr Mortensen. Hasir sjey hava allir í størri og minni mun verið í landsliðshitanum fyrr, men eru ikki við í hópinum, sum skal til Portugals at spæla venjingardyst mikukvøldið.

René Tórgarð, Egil á Bø, Leif Niclasen, Bárður Olsen, Arnbjørn Hansen og Mikkjal Thomassen eru allir úttiknir til hópin, sum skal dystast við portugisisku heimsstjørnurnar. Men teir seks landsliðsleikararnir hjá EB/Streymi taptu uppiborið ímóti teimum seks “gomlu“ landsliðsleikararnir hjá HB.

 

HB betri byrjan

Millum vrakaðu landsliðsleikararnar í HB er Andrew av Fløtum. Hesin hevur spælt illa stóran part av hesum kappingarárinum, men í gjár taldist hann millum teir bestu hjá HB. Dysturin var bara nakrar minuttir gamal, tá Andrew av Fløtum tvær ferðir hevði hótt, men har einki ítøkiligt spurdist burtur úr.

Dysturin dovnaði síðani í eitt korter, har minni munur var á liðunum báðum og hvørki av teimum tóktist serliga sannførandi. Tá so slakir 19 minuttir vóru spældir gjørdi HB eitt lítið sprell.

Bólturin varð lagdur innfyri úr høgru, Milan Kuljic sendi eitt gott skot móti handaru stong, men René Tórgarð vardi væl fyri. Hann megnaði kortini ikki at halda bóltinum, og Hendrik Rubbeksen var kvikur á hesum og setti hann hart í kassan. Stutt framman undan bjargaði EB/Streymur á sjálvari mállinjuni, tá HB royndi seg við stútara eftir hornaspark, so leiðslan var ikki heilt óuppiborin.

EB/Streymur hevði so einki víst fyrstu 20 minuttirnar, og vísti fyri so vítt heldur einki teir seinastu 25 undan steðginum.

 

EB/Streymur omaná

Seinni hálvleikur byrjaði munandi betri fyri EB/Streym enn fyri. Tá fimm minuttir vóru spældir var tað um reppið, at Arnbjørn Hansen takklaði bóltin í málið, eftir at hann tveitti seg fram til ein góðan tvørbólt frá Sorin Anghel. Kollfirðingurin gjørdist tó ov stuttur.

Í staðin var tað HB, sum økti um leiðsluna stutt eftir hetta. Tíggju minuttir eftir steðgin fekk HB hornaspark, har Rókur av Fløtum Jespersen eftir nakað av trunkaspæl sendi bóltin framvið mállinjuni, har EB/Streymur annars royndi at verja fyri og sparka burtur. 2-0 til HB.

EB/Streymur royndi at svara aftur, og spældi faktiskt heilt væl í einar 20 minuttir. Men so megnaðu teir ikki meiri, HB tók yvir og stýrdi sigrinum heim.

 

Góður dómari

Nógv verður tosað og skrivað um dómarar í hesum døgum. Tann í Gundadali í gjár var góður. Dagfinn Olsen lat ongantíð iva vera um, at tað var hann, ið stýrdi dystinum, og tað gjørdi hann væl. Hann valdi tó at lata vera við at døma tvey brotsspørk, eitt til hvørt liðið. Fyrst var Sorin Anghel feldur, og hóast rumenin koppaði í so lat, so var eingin ivi um, at hann misti javnvágina, tá verjuleikari setti beini úti fyri hann. Lítla løtu seinni jarðlegði Marni Djurhuus Andrew av Fløtum. Áleyparin var strokin avstað, men Marni Djurhuus kom glíðandi við fullari ferð og alt ov seint og feldi Andrew inni í brotsteiginum. Dagfinn valdi tó at døma fríspark, tí hann metti, at bólturin var uttanfyri feltið. Annars eitt gott avrik!

 

Hepnið við oddinum

Avrikið frá nýggja venjaraparinum hjá HB, Rúni Nolsøe og Sámal Erik Hentze, má eisini metast at vera gott. Teir syrgdu fyri, at sigursvanda felagið fekk trý hart tiltrongd stig, samstundis sum teir eisini spældu rættiliga sannførandi. Tiltikna venjaraeffektin varð harvið staðfest!

Hinvegin kunnu teir í EB/Streymi ikki vera heilt nøgdir við teirra spæl. Teir mistu eisini trý stig, men varðveita kortini fjarstøðuna upp á átta stig niður til nærmasta kappingarneytan, sum er B36. Hetta tí, at hesir taptu ímóti B68 í gjár. Hepnið fylgir oddaliðnum, verður mangan sagt, og eisini hetta var staðfest í gjár.