Útoyggj: Hóast fráflyting og ójavnt tænastustøði á útoyggjum okkara, verður nú ein roynd gjørd at skapa grundarlag fyri eini upplivingarferðavinnu á hesum støðum.
Í Trøllanesi skal jarnsmíð nú koma aftur til heiður og æru. Og í Skúvoy skal eitt tog- og tekstilsvirki setast á stovn.
Fyri mong ljóðar hetta sum ein ynskidreymur, men hjá teimum í Útoyggjafelagnum er hetta ikki so: Her er tvørturímóti talan um eina sjónliga verkætlan, sum skal gera sítt til at útjaðarin verður mentur og koma aftur til heiður og æru.
Føroyingar eru nevniliga vorðnir partur av eini norðurlendskari verkætlan – nevnd Economusée – har miðað verður at lata upp fleiri virkir eftir einum felags leisti.
Í fyrstu syftu skal grundarlag skapast fyri hesum báðum virkjunum í hvør sínum enda av landinum. Dult verður kortini ikki fyri, at hetta bert er ein byrjan.
- Ætlanin er at slík virki skulu finnast kring alt landið – bæði á útoyggjunum og inni á meginøkinum, verður sagt úr Útoyggjafelagnum.
Royndirnar av eini slíkari verkætlan hava verið sera góðar í til dømis Kanada. Herfyri vóru umboð úr Føroyum og vitjaðu her, og fingu tá sjón fyri søgn um týdningin av hesum:
Talan er um eitt sera profesjonelt tiltak, har tann vitjandi og ferðamaðurin fær eina veruliga uppliving av einum gomlum, men kortini livandi og sjónligum handverki. Hvørt einasta ár vitja 700.000 fólk á teimum 50 verkætlanunum, sum eru settar í gongd í Kanada.
- Tað er serliga í útjaðarinum at Economusée skal hava sína undirtøku. Tí er tað serliga áhugavert at fáa hetta á føtur her hjá okkum, sigur Olga Biskopstø, skrivari í Útoyggjafelagnum.
Startskotið
Fyrr í hesum mánaðin var Útoyggjafelagið vertur fyri einum arbeiðsfundi, har umstøðurnar í verkætlanini Economusée.
Hetta var samstundis fyrsti fundurin av slíkum slagi sum varð hildin her á landi. Frammanundan hava slíkir fundir verið í Kanada, Írlandi, Noregi og í Íslandi.
Á fundinum kundi ein staðfesta, at gongd veruliga er komin á verkætlanina. Hesin fundurin í Føroyum var í roynd og veru startskotið til tann verkliga partin.
Frammanundan høvdu øll londini valt nøkur virki, ið hóska til hesa verkætlanina. Og tað er í hesum sambandi at tær báðar føroysku ætlanirnar á Trøllanesi og í Skúvoy eru viðkomandi.
Fortíð og nútíð
Fyri at kunna luttaka er neyðugt at nakrar fortreytir eru til staðar. Í fyrstu syftu er neyðugt at talan er um eitt privat virki, ið fast við handverk ella eitt heimavirkið og sum kunnu liva av tí.
- Av tí at útoyggjarnar hava verið fyri stórari afturgongd tey seinastu árini, vísir tað seg at slíkt virksemi í flestu førum er farið fyri bakka.
- Men tað finnast tíbetur fólk sum partvíst fáast við handverk, ella teirra forfedrar hava gjørt tað ella vanligt heimavirki. Júst hetta verður tí eitt útgangsstøði fyri tí føroyska partinum av hesi stóru verkætlanini, verður sagt úr Útoyggjafelagnum.
Ætlanin er tí at stremba eftir at fáa stovnsett eitt fjølbroytt úrval av slíkum virksemi kring oyggjarnar. Hetta er kortini bert ein partur av ætlanini:
Tey smæðast heldur ikki við at siga, at eitt slíkt Economusée skal verða á hvørji útoyggj, og skal seinni breiða seg til meginøkið!
Siðbundið handverk
Í samstarvi við umboðini úr hinum fýra londunum hevur Útoyggjafelagið sett sær fyri at skapa grundarlag fyri inntøkugevandi virksemi á útoyggjum okkara.
Hetta tiltakið hevur í stóran mun ferðavinnuna sum málsøki, og skal í stóran mun virka sum ein livandi framsýning, og haraftratein ætlan um at gera hetta virksemið sjónligt í gerandisdegnum.
- Tey sum luttaka fara at vinna pening, samstundis sum tey eru við til at varðveita bæði tað siðbundna handverkið, men eisini tann søguliga og mentanarliga partin, sigur Útoyggjafelagið.
Ein annar aðaltáttur í verkætlanini er nýskapan ella innovasjón, sum tað eitur á fakmáli. Við hesum er ætlanin at menna nýggjar vørur og framleiðslur.
Longu nú er greitt, at tey bæði virkini sum verða sett á stovn í Føroyum koma at luttaka eftir hesum leistinum.
- Vit eru enn á byrjunarstøði, men okkara vón er kortini at her fer okkurt munagott at spyrjast burturúr, sigur Olga Biskopstø.
Economusée í fimm londum
Talan er um eitt økismennandi tiltak, har ein kann skapa arbeiðspláss og nógv virksemi sum verður avleitt av hesum.
Í fyrstu syftu standa hesi virki á skránni:
Íslandi: Tekstilvirki, ið framleiðir vørur úr fiskaskræðu, og virki, ið framleiðir saltfisk
Noreg: Ein skósmiðja og eitt tunnuvirki
Norður Írland: Smúkkuverkstað, og ostavirki
Tjóðveldið Írland: Vevstova og snikkaravirki
Føroyar: Jarnsmiðja á Trøllanesi og tog- og tekstilvirki í Skúvoy