Gamalt fýrverk í Grønlandi

Fleiri av norðurgrønlendsku bygdunum náa ikki at fáa nýtt fýrverk til í kvøld, so tey mugu brúka gamalt, um tey eiga nakað.

Fleiri av norðurgrønlendsku bygdunum náa ikki at fáa nýtt fýrverk til í kvøld, so tey mugu brúka gamalt, um tey eiga nakað.

Orsøkin er, at fýrverkið, sum var ætlað bygdunum á leiðini við Upernavik og Uummannaq í Norðurgrønlandi, er endað í teimum báðum býunum, og av trygdaráðum sleppa tyrlur ikki at flyta fýrverkið.

Heldur ikki ísviðurskiftini til og frá bygdunum eru so mikið støðug, at tað letur seg gera at flyta farm eftir ísinum, upplýsir størsta gerandisvøruketan í Grønlandi, Pilersuisoq, fyri grønlendska kringvarpinum, KNR.

Men fólk frá Pilersuisoq, sum starvast í Kullorsuaq og Kangersuatsiaq, siga bygdirnar tó eiga so mikið eftir frá í fjør, at tað fer at bera til at skjóta nýggja árið inn allíkavæl.

Hóast umstøðurnar at ferðast eftir ísinum til og frá bygdunum við Upernavik og til bygdirnar longur úti í fjørðinum Ilulissat Ísfjørðinum eru vánaligar, eru tey í bygdunum longur inni heldur djarvari og hava verið í Uumannaq eftir nýggjum vørum og fýrverki, so nýggjárið kann haldast “við manér”.