Ákæruvaldið í Bretlandi umhugsar í hesum døgum at endurskoða eitt 18 ára gamalt drápsmál. Málið snýr seg um ein tilburð í 1993, tá ein 18 ára gamal svartur maður, Stephen Lawrence, bleiv myrdur í Eltham í London. Eingin bleiv dømdur fyri drápið, sum fekk nógva umrøðu sum eitt rasistiskt dráp.
Í einari frágreiðing, sum løgreglan í London skrivaði í 1999, kom fram, at løgreglan gjørdi fleiri mistøk, tá hon kannaði drápið. Í frágreiðingini stóð eisini, at løgreglan hevði illgruna til fimm hvítar menn, men at teir sluppu undan revsing. Tveir menn vórðu skuldsettir, men teir noktaðu seg sekar, og endin varð, at eingin bleiv dømdur.
Doreen Lawrence, mamma Stephen Lawrence, var í rættinum í London í gjár, tá spurningurin um at taka tað 18 ára gamla málið framaftur, var til viðgerðar. Hon hevur øll árini stríðst fyri at fáa ákæruvaldið og dómsvaldið at kanna málið av nýggjum.