Tað gongur so illa at manna nevndina í Bóltfelagnum, Royn, í Hvalba, at ein ávísur vandi er fyri, at felagið verður avtikið.
Tey hava havt aðalfund, men har var vónleyst at fáa nakran at taka við sum formaður í felagnum. Og tað fekk núverandi forkvinnu, Gunnhild Mortensen at lýsa til eykaaðalfund í kvøld, har skráin er at velja nevnd - ella at avtaka felagið.
Tað liggur púra greitt, at Gunnhild Mortensen, sum hevur verið forkvinna í Royn í trý ár, leggur frá sær, og spurningurin er so, um tað eydnast teimum at velja nýggjan formann.
Umframt at vera forkvinna, hevur hon eisini verið skrivari og kassameistari, og hon ásannar, at arbeiðsbyrðan er ikki lítil, tí tað liggur eitt stórt arbeiði í at savna inn pening til felagið, og til felagsliðið í Suðuroy.
Sjálv sigur hon at hon hevur brúkt einar 40-60 tímar um vikuna upp á felagsarbeiðið, og tað er alt sjálvboðið arbeiði, gongur ikki longur hjá henni. Annars sigur hon, at fíggjarviðurskiftini hjá felagnum eru góð.
Hon sigur, at tey hava tosað við eitt fólk, sum ikki heilt vísir tankanum um at taka við formansstarvinum, frá sær, men nøkur endalig avgerð er ikki tikin enn.
Í øllum førum hevur viðkomandi boðað frá, at hann verður ikki skrivari og kassameistari samstundis.
– Vónandi eydnast tað at manna nevndina. Men eydnast tað ikki, má støða takast til framtíðarvirksemið hjá felagnum, og tað ber ikki til at reka eitt felag við ongari nevnd, sigur hon.
Í løtuni eru sjey fólk í nevndini, men tosað verður eisini um at lækka talið á nevndarlimum niður í fimm í eini roynd at gera tað lættari at manna nevndina. Men tað er ein avgerð, sum skal takast á næsta aðalfundi, sigur núverandi forkvinna.