Tað hevur verið drúgt tjak um hetta málið, og ein kann av sonnum siga, at hetta málið hevur deilt sjógvin millum fólk og kommunur - tey ið eru ímóti; tey ið eru fyri; og tey sum vilja leggja saman, men bara ikki við ta ávísu kommununa, hvør so enn orsøkin kann vera til tað.
Hetta seinasta gav at býta á sinni, tá kollfirðingar skuldu siga sína hugsan um, hvønn veg farast skuldi - norður í Sundalagið ella til Havnar. Tey valdu tað seinna, tí tey ikki á nakran hátt vildu fara norðureftir, hóast grundgevingarnar vóru grunnar og meiri merktar av gomlum aggi bygdanna millum, enn skilagóðum argumentum.
Aðrastaðni vil kommunan bert fara tann eina vegin, hóast landsstýrið í sínum uppskoti vil hava tær at fara ein annan veg. Eitt dømi um hetta er Sandoy, har tær størstu kommunurnar eru fyri, meðan tær smærru eru hart ímóti at oyggin skal gerast ein kommuna. Tað heilt sjáldsama við hesum er, at Skúvoy vil leypa uppum Sandoy, og gerast partur av Tórshavnar Kommunu.
Eitt annað áhugavert stað í hesum sambandi er Fuglafjørður. Her hevur støðan verið rættiliga greið, við tað at tey ikki á hava viljað lagt saman við grannakommununum. Ein orsøk var, at her hevði ein alt sum hoyrdi til eina kommunu, og tí ikki hevði tørv á samanlegging.
Eisini í eini minni kommunu, Hvannasundi, fer uppskotið at elva til tjak. Her var ein partur av bygdaráðnum fyri at leggja saman við Klaksvík, men tá fólkið talaði í hesi søk, var sera greið mótstøða. Ein orsøk her var helst hon, at kommunan átti pening á bók - pening, ið tey vildu sleppa at menna sítt egna øki við, áðrenn samanleggingina, eins og støðan helst eisini hevur verið hjá Eiðis kommunu.
Í Suðuroy tykist bert tann eina kommunan, Tvøroyri, at vera sinnað fyri samanlegging, hóast eingin ivi er um, at oyggin verður tvungin saman í eina stóra eind. Aðrar kommunur við serstøðum í so máta - Vestmanna, Kvívík og Sørvág - eru í teirri støðu, at tær neyvan sleppa at velja rætning.
Nú landsstýrið umsíðir hevur sligið ígjøgnum í hesum sambandi, fáa fleiri bý- og bygdaráð úr at gera hesar næstu dagarnar. Eitt gamalt stríðsmál verður eftir øllum at døma loyst úr lagdi, tá kommunur og oyggjar verða lagdar saman við tvang, so at siga. Hetta verður neyvan uttan svørðslag.
Ein avleiðing av uppskotinum verður í øllum førum, at gamalt agg og gamlar ósemjur mugu beinast burtur. Nú verður fíggindi brádliga vinur. Nú verður samstarv, ístaðin fyri øvund. Nú skulu felags mál loysast. Nú fara einar nýggjar Føroyar at síggja dagsins ljós, har samstarv og felagsskapur fara at ráða.
Tað verður spennandi at verða føroyingur í framtíðini.