Fyrrverandi nazisturin Klaas Carel Faber doyði í dag í Bayern í Týsklandi, 90 ára gamal.
Klaus Carel Faber fekk upprunaliga deyðadóm fyri at hava havt ábyrgdina av, at 22 niðurlendskir jødar doyðu í einari týskari legu í Niðurlondum undir seinna heimsbardaga, men dómurin bleiv seinni broyttur til lívlangt fongsul. Í 1952 eydnaðist tað honum at flýggja til Týsklands, har hann fekk týskan ríkisborgararætt og livdi sum frælsur maður til sín deyðadag.
Niðurlendsku myndugleikarnir royndu fleiri ferðir at fáa Faber útflýggjaðan úr Týsklandi, men uttan úrslit.