Gamal náttklubbi aftur í gomlum hami

Tað skal vera afturhvarv hjá teimum gomlu ungu aftur at vitja í gamla náttklubbanum Rex

Tveir, ið mynda hava náttarlívið í Havn: Rúni M. Djurhuus og Havgrímur Johannessen – á myndini ungir og grønir tí tíðini, tá Rex var í hásæti

– Var tú ein av teimum, ið gekk í býnum í 00'unum og 10'unum, so vart tú heilt víst inni á gólvinum hjá Rex.

Soleiðis skriva fyrireikararnir, sum gamli náttklubnurin í Havnar Klubba, REX, rísir uppaftur.

– Rex var snúvningsásinn í náttarlívinum í Havn í mong, mong ár, og munnu flest øll vaksnu-ungu hava frálík minnir úr kekkaða náttarstaðnum, skriva fyrireikararnir og halda fram:

– Eyðkent fyri Rex vóru snotiligu møblarnir, dugnaligu barrvørðarnir, lívligu ljósini á dansigólvinum og tónleikurin, sum altíð var í serflokki. 

Í dag húsast matstovan Haps í hølunum, har Rex áður helt til, men fyrsta leygarkvøld í hvørjum mánað verður matstovan aftur umgjørd til dansistað.

 

##med2##

 

– Her verða tey vaksnu-ungu boðin á gátt til góðan dansitónleik, eina góða barr og gott lag. Tú kanst siga, at Rex er til tín, sum ikki hevur hug til teknotónleik ella til Ole Ivars - men til alt tað góða har ímillum. Tónleikastílurin verður eitt deilikat bland av nýggjum tónleiki og tí besta tónleikinum, vit minnast frá Rex tíðini. Tað verður 25 ára aldursmark.

 

##med3##

 

Fyrstu ferð Rex letur dyrnar upp aftur verður leygarkvøldið 19. mars, og eftir hetta verður Rex bert latið upp 1. leygardag í hvørjum mánaði. 

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

Tveir, ið mynda hava náttarlívið í Havn: Rúni M. Djurhuus og Havgrímur Johannessen – á myndini ungir og grønir tí tíðini, tá Rex var í hásæti