Forlagið FANNIR hevur sett sær fyri at prenta aftur nakrar av elstu upprunasjónleikunum og nakrar týddar leikir, sum hava verið nógv spældir í Føroyum. Higartil eru tríggir leikir endurprentaðir og í morgin kemur tann fjórði í røðini.
Fyrsti leikurin í røðini var GUNNAR HAVREKI, sum Rasmus C. Effersøe skrivaði.
Annar var JÁKUP Á MØN, sum Sigrid Niclassen skrivaði.
Triðja leikritið var HJÁ DALABÓNDUM, sum Jens Christian Hostrup skrivaði, og sum Rasmus C. Effersøe týddi.
Nú kemur so fjórða leikritið, sum kanska er mest umhildni leikur, sum verið hevur á palli í Føroyum: MAGNUS, sum Rasmus C. Effersøe skrivaði.
Leikurin byggir á søgnina Koltursdrongurin, sum svam í Hest. Hon er prentað í heftinum og umframt tað sera forvitnisliga brotið hjá Jens Paula Heinesen, har hann lýsir hesa geislandi løtuna, hann sá leikin á fyrsta sinni. Tað hevur verið í Sandavági um 1940.
Aftast í ritinum eru nótar til sangir, ið verða sungnir í leikinum. Zacharias Sørensen ritstjórnaði hesum partinum. Árni Dahl valdi tekstir, skrivaði viðmerkingar og legði til rættis.