Gamal kenningur vitjaði

Í gjár var eitt Boeing 737 flogfar hjá Sterling á vitjan í Vágum. Talan er um eitt av gomlu flogførunum hjá Maersk Air, ið fylgdi við, tá ið Maersk Air og Sterling løgdu saman, og flogfarið hevur mangan áður vitjað í Vágum. Flogfarið, OY-API, hevur framvegis gomlu Maersk litirnar, men Sterling stendur á síðuni á tí, sum tað eisini sæst á myndini.
Flogfarið, ið er av slagnum Boeing 737-500, kom úr Aalborg, og tað var danska verjan, ið hevði leigað flogfarið í sambandi við manningarskifti á einum av verjuskipunum.