Gamal kenningur til FC Suðuroy

FC Suðuroy hevur í løtuni fleiri spælarar til royndarvenjing

FC Suðuroy hevur í ár boðað frá, at felagið leitar eftir styrki úr útlandinum Herfyri kom Noah Olawale Ojuola úr Nigera at royndaevenja. Í kvøld boðar Jón Pauli Olsen, venjari hjá felagnum frá, at georgiski Mamuka Toronjadze og Valerian Lobashvili koma at royndarvenja við felagnum.

 

Les eisini: Afrikani royndarvenur við FC Suðuroy

 

Mamuka Toronjadze  er gamal kenningur í føroyskum fótbólti. Hann spældi í 2010 við FC Suðuroy, meðan hann í 2011 spældi við NSÍ. Mamuka Toronjadze  er 28 ára gamal. Valerian Lobashvili er somuleiðis úr Georgia. Hann er miðverji og kemur til landið í morgin.

 

Les eisini: Fótbóltspanelið: Er tað rætt av FC Suðuroy at keypa 4 útlendingar

 

FC Suðuroy flutti í fjør upp í bestu deildina.