Gamal bókahandil í nýggjum hami

Í morgin letur H. N. Jacobsens bókahandil upp í nýumvældum hølum á Vaglinum í Havn.

Havn: Hóast bókahandilin nú letur alment upp, so verður ikki gjørt tað stóra burtur úr degnum í morgin.
Tað verður hinvegin gjørd um ein mánað ella so.
- Vit bíða eftir at Kunningarstovan flytir inn í hølini við síðuna av okkum. Hetta verður um 1. desember, og tá verður meiri gjørt burtur úr, sigur leiðarin í bókhandlinum, Vagn Andersen.
Í nýumvældu hølunum hevur bókahandilin ikki beinleiðis fingið so nógv meiri pláss aftrat. Høvuðsbroytingin er hon, at nú er allur handilin so at siga í einum.
- Fyrr vóru nógv smá rúm, men tey eru burtur nú, sigur Vagn.
Meðan umvælingin av hesum gamla og stásiliga bygningi er farin fram hevur handilin verið opin.
Í farnu viku var hann kortini stongdur í nakrar dagar, men lat upp aftur mánadagin.
Nú Gamli Bókahandil letur upp aftur í morgin, bjóðar hann viðskiftafólkum sínum nøkur góð tilboð uppá bøkur.