Gáloysni elvdi til tvey ferðsluóhapp

Og tað fær avleiðingar fyri bilførararnar

Í gjár hendu tvey ferðsluóhapp í miðstaðarøkinum og í báðum førum vóru tað tveir bilar, sum stoyttu saman. Ferðsluóhappini hava eisini eitt annað til felags, og tað er, at í báðum førum hendu tey tí at bilførararnir ikki ansaðu nóg væl eftir.

 

Tað fyrra óhappið hendi í Kollafjarðartunlinum, har Landsverk arbeiddi í gjár, Í tí sambandi setti ein bilførari, sum kom koyrandi ígjøgnum tunnilin, ferðina niður – men tað ansaði bilførarin aftan fyri ikki eftir og rendi tískil upp í reyvina á tí fremra bilinum. Bilførarin sum koyrdu aftara bilin kann vænta sær eitt klipp í koyrikortið, umframt at hann fær bót.

 

Í hinum førinum helt ein bilførari í Eysturoynni ikki sína treytaleysa víkiskyldu og tískil koyrdi hann útfyri ein bil, sum hevði fyrstarætt at koyra. Bilarnir stoyttu saman og í hesum føri verður bilførarin, sum ikki helt víkiskylduna, helst noyddur til at taka koyrikortið av nýggjum, umframt at hann fær bót.

 

Í báðum førum var bara talan um smærri skrokkskaðar, men ongan fólkaskaða.