Gallaveitslan verður 28. oktober

Árliga fótbóltsgallaveitslan, sum GÍ skipar fyri, verður aftur í ár hildin í Leirvík

Gallaveitsla

Veitslan, sum byrjar klokkan 19.30, verður skipað sum ein afturlatin veitsla fyri fremstu deildunum hjá monnum og kvinnum, dómarum, nevndum í feløgunum og nevnd og starvsfólki hjá FSF .

Á veitsluni verða kosnir ársins spælarar, ársins stjørnuskot, ársins málmaður og ársins venjari hjá bæði kvinnum og monnum, eins og ársins dómari eisini verður kosin.

Frá fyrireikarunum verður sagt, at kostnaðurin er 350 kr. fyri hvønn luttakaran. Tá er borðhald við tí, sum har til hoyrir íroknað. Undir Undir borðhaldinum verður eisini felagssangur og gott undirhald.

Aftaná borðhaldið verður dansur. Dansurin er bert fyri gallaveitslu luttakarunum.

Tilmelding á teldupost galla@gigotu.fo ella við sms á tlf.221257. Sagt verður, at tað er avmarkað, hvussu nógv fólk rúmast í hølunum, og tí ræður um at tekna seg sum skjótast.