Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar verður 20 ár. Tí skipar felagið fyri stórari gallaveitslu fyri limunum á Hotel Føroyum tann 4. oktober. Verður pláss, kunnu makar eisini koma við.
Sambært felagnum er ætlanin at hava eina gallaveitslu í orðsins rættað týdningi, og tí vóna tey, at fólk møta upp í gallaklæðum. Á skránni er døgurði við trimum rættum, vín ad libitum, kaffi/te, skemt og dansur eftir borðhaldið.
Í sambandi við gallaveitsluna, hevur Hotel Føroyar nøkur sertilboð til limir felagsins, um teir ynskja at kamar.
Meira fæst at vita á heimasíðuni hjá felagnum: www.sff.fo.