Flogbóltur
Ætlanin var ikki at skipa fyri hesum í ár, men nógv hava heitt á FBF um at skipa fyri hesum, og hetta verður nú gjøgnumført.
Á skránni verður millum annað val av besta:
- Álopsleikara
- Blokkleikara
- Verjuleikara
- Hevara
Eisini verða ársins leikarar og ársins stjørnuskot kosin. Hesi fáa steyp til ognar.
Tað verða meistaradeildarleikararnir hjá ymsu feløgunum, sum skulu atkvøða um, hvørjir teir einstøku leikararnir vera.
Góður matur verður til matna við trimum rættum eins og morgunmatur verður seinni út á náttina, eftir at dansurin er byrjaður.
Hetta er fyrstu ferð at hetta tiltak verður roynt innan flogbóltin, og vónandi verur hetta eins væleydna sum veitslurnar hjá hondbóltinum og fótbóltinum.










