Gallatiltøk í Norðurlandahúsinum

Nógv forkunnug tiltøk verða á skránni í samband við 20 ára dagin hjá Norðurlandahúsinum í døgunum 8. - 11. mai. Stýrið í húsinum hevur ynkst at hátíðarhalda dagin so fjøllbroytt sum gjørligt, við tiltøkum fyri allar aldursbólkar. Sostatt fevnir hátíðarhaldið um ein almennan part, gallakonsert, ungdómskonsert og eitt familju- og barnatiltak.

"Hús millum miðlar"
Á stevnuni verður framsýning um Norðurlandahúsið í Dansistovuni, soleiðis sum húsið hevur verið lýst í bløðunum Dimmalætting og Sosialinum seinastu 20 árini. Eisini verða lutir, myndir og pallmyndir at síggja á framsýningini, sum Ole Wick frá Team 85 skipa fyri. Framsýningin letur upp hósdagin 8.mai kl. 15 og er ókeypis.


Koddi ella avbjóðing
Tá húsið lat upp í 1983 var nógv kjakast um leiklutin hjá Norðurlandahúsinum á mentanarliga pallinum í Føroyum. Eitt nú viðgjørdi tíðarritið Brá hendan spurning, har spurt var, um eitt slíkt hús fór at køva føroyska mentan og vera ein koddi fyri mentunnarpolitikkin. Nógv fólk fryktaðu, at húsið einans fór at rúma útlendska smala list og tónleik og at vit føroyingar fóru at standa uttanfyri vindeyga og eygleiða leikin inni í stóra glasuliga húsinum.
Í dag kunnu vit líta aftur um bak, og eftirmeta lutin hjá Norðurlandahúsinum hesi tjúgu árini. Undir heitinum: "Koddi ella avbjóðing" veður kjak um leiklut Norðurlandahúsins á føroyska mentanarliga pallinum, tey tjúgu farnu árini og tey komandi árini. Eyðun Andreassen professari og Høgni Hoydal landstýrismaður í menta- og norðurlandamálum fara at kjakast um hetta evni og stjórin í Norðurlandahúsinum Helga Hjörvar fer síðani at geva eina frágreiðing um støðuna í dag og samstundis geva eina meting av framtíðini hjá stovninum, sum er hin stórsti av sínum slagi í Útnorðri.
Eisini avdúkar Helvinn Høst, formaður í Stýrinum fyri Norðurlandahúsið ársplakatina, sum Bárður Jákupsson hevur gjørt. Í Klingruni hósdagin 8. mai kl. 16-17.

Galla konsert
Hóskvøldið 8. mai skipar húsið í samstarvi við Mentamálaráði fyri stórari gallakonsert fyri innbodnum. Tó soleiðis, at eini 100 atgongumerki eru at fáa til keyps.
Mangt áhugavert verður á skránni, sum byrjar við, at nýggi formaðurin í Stýrinum fyri Norðurlandahúsið, Helvinn Høst bjóðar vælkomin.
Føroya Symfoniorkestur, sum er javngamalt við Norðurlandahúsið, framførir síðani norðurlendska hátíðarskrá, undir leiðslu av Martin Mouritsen. Orkestrið fer at spæla "Finlandia" eftir Jean Sibelius úr Finnlandi, "Midsommarvaka" eftir Hugo Alfvén úr Svøríki, "Helios ouverturuna" eftir Carl Nielsen úr Danmark, "Våren" eftir Edvard Grieg úr Noregi, "Festmarsj" eftir Páll Ísolfsson úr Íslandi og "Eg oyggjar veit" úr Højgaard syrpuni, sum byggir á sangløg hjá Hans Jacob Højgaard.
Høgni Hoydal, landsýrismaður í norðurlandamálum, og Per Unckel, aðalskrivari í Norðurlendska Ráharraráðnum flyta fram røðu.
Havnarkórið, undir leiðslu av Ólavi Hátun, framførir kantatuna "Brúgvar", sum varð skrivað til Norðurlandahúsið, tá tað lat upp í 1983. Karsten Hoydal skrivaði orðini og Vagn Holmboe gjørdi lagið. Solistar verða Sanna í Brekkunum og Ernst Sondum Dalsgarð.
Umframt tjúgu ára kantatuna fer Havnarkórið at framføra eina røð av norðurlendskum sangum, eisini eftir Sunleif Rasmussen, sum í ár fekk Tónlistavirðisløn Norðurlandaráðsins. Gallakonsertin, sum byrjar kl. 19.30 endar við buffet.

Musikkskúlin
Tórshavnar kommuna, sum læt grundstykki til Norðurlandahúsið í 1983, fer saman við Restorff?s, eisini at heiðra Norðurlandahúsinum. Hesin partur av haldinum, sum er almennur, verður fríggjadagin 9. mai og byrjar kl. 19.30 við at Jan Christiansen borgarstóri bjóðar vælkomin. Havnin fer, við Musikkskúlanum sum karmi, at heilsa Norðurlandahúsinum við balett, sangi og tónleiki. Eitt nú fara Jóna Thomsen, Jóhannes Andreasen, Andras Olsen, Anna Klett og Sigrid Rasmussen at luttaka. Tiltakið sum verður í høllini, endar við buffet og kostar 80,- krónur fyri vaksin og 20,- krónur fyri børn.
(mynd: evt. Jóna Thomsen dansar ballet)

Trio Azur
Leygardagin eigur ungdómurin. Nordens Institut á Álandi hevur latið Norðurlandahúsinum føðingardagsgávu og verður tað álendski bólkurin Trio Azur sum framførir verkið "Ciel ouvert" av Henrik Johansson, fyri floytu, klarinett og slagverk. Konsertin verður kl. 16 og kostar 80,- kr. fyri vaksin og 20,- kr. fyri børn.


Rokk-O-Rudl
Seinni á kvøldi, kl. 19.30, verður stór Rokk-O-Rudl konsert í Høllini. Hetta verður rokktónleikur fyri ung í øllum aldri við bólkum úr Eysturoynni, Klaksvík og Havnini. Bólkarnir eru Prix vinnarin 2003 Gestir úr Gøtu, finaluluttakararnir Makrel og Hatespeech úr Havn, Minds Eye úr Klakvsík og Krit úr Havn. Kostnaðurin fyri konstina verður 150,- krónur.

Nýggj barnafløga
Siðvenja hevur verið, at Plátufelagið Tutl avdúkar barnafløgur sínar á tiltøkum í Norðurlandahúsinum. Soleiðis verður eisini nú, húsið hevur tjúgu ár á bakið. Nýggja barnafløgan eitur Sóljudansir og er eitt blómutyssi av barnasangum eftir Alexandur Kristiansen. Fløgan, sum Kristian Blak og Sharon Weiss hava lagt til rættis, verður avdúka á familjukonsert sunnudagin 11. mai kl.15. í Høllini og verða tað Spælimenn úr Borð um Borð, saman við solistum sum framføra. Solistarnir verða: Kinna Poulsen, Unn Patursson, Kári Sverrisson, Herluf Lutzen og Eyðun Ásason. Eisini fer Alexandur Kristiansen at lesa upp fyri børnunum. Kostnaðurin fyri hesa konsertina verður 125,- kr. fyri vaksin og 20,- kr. fyri børn.

Stjørnur í eitt kvøld
Sunnukvøldið 11.mai endar stóra hátíðarhaldið í sambandi við at Norðurlandahúsið verður tjúgu ár. Stóra brakið verður, tá tey trý, Guðrun Sólja Jacobsen, Jacob Andersen og Martin Petersen, úr endaumfarinum í sangkappingini "Stjerne for en aften" fara at upptraðka við ferðandi orkestri. Gestasangari á konsertini verður Brandur Enni sum fer at hita upp við trimum løgum. Konsertin verður í Høllini kl. 20,- og kostar 195,- krónur. Eykakonsert verður sama kvøld klokkan 22:00.