»Gallan« opnað á Sjómansheiminum

Tórshavnar Sjómansheim hevur nú latið upp matstovuna »Gallan«. Matstovan hevur nógvar ymiskar og fjølbroyttar rættir á matkortinum, sum kokkarnir Rasmus Lassen og Reynhold Madsen gera

Sjómansheimið í Havn letur í dag alment upp matstovuna »Gallan«. Matstovan er á sama stað, har »dagsins rættur« vanliga verður seldur á sjómansheiminum. Men nú er bara nógv meir enn dagsins rættur at fáa. Tað vil siga, at á middegi er enn bara dagsins rættur, men um kvøldið er eitt stórt úrval av rættum at velja millum á matarkortinum.

Nú matstovan Gallan letur upp, hevur sjómansheimið eisini fingið sær ein nýggjan kokk. Tað er fyrrverandi kokkurin á Hotel Føroyum, Reinhold Madsen.

? Tað er stuttligt eisini at royna seg á einum øðrum staði, sigur Reinhold nú arbeiðsstaðið hjá honum er flutt frá Oyggjarvegnum oman til Vágsbotn.

? Sjálvur eri er eisini rættiliga spentur uppá, hvussu hetta fer at eydnast, og eg havi góðar vónir, sigur Reinholdt eftir ein langan arbeiðsdag.


Grill ístaðin fyri at steikipanna

Hvat vera skal á matskránni hava kokkarnir báðir, Reinhold og Rasmus Lassen, og onnur tosa saman um í langa tíð.

? Vit hava gjørt eina matarskráð við rættiliga fjølbroyttum rættum. Har er nakað fyri øll.

Hóast Gallan ikki letur alment upp fyrr enn í morgin, hava teir alla hesa vikuna havt opið fyri at royna alt av. Ikki hava teir lýst nakrastaðni, uttan bara við einum uppslagi á hurðini. Men hetta uppslagið hevur roynst væl, tí longu nú hava nógvir gestir verið inni.

? Tað eru bæði føroyingar og útlendingar, sum eru komnir at keypa sær ein bita. Útlendingarnir leggja serliga eftir fiskarættunum, meðan føroyingarnir vilja helst hava onkran búff.

? Vit hava eisini fingið okkum eina grill at steikja við. Hetta gevur ein annan smakk í matin. Tað er sum tað knæsar eitt sindur meir. Vanliga verður steikipanna nýtt, men vit vildu royna nakað nýtt.

Um tað fer at smakka betri av hesum vil Reynhold tó ikki siga. Men smakkurin verður nakað øðrvísi, veit hann.

Reynhold sigur, at teir hava brúkt sínar royndir, nú matarskráin er gjørd. Rættirnir eru ymiskir, samstundis sum nógvir av teimum rættunum eru við, sum verða nógv bílagdir. Men eisini onkur nýggjur rættur er á skránni. Millum annað ein sjómansbúffur.


Staðið, har maturin verður gjørdur

? Ísamband við at vit nú fara at selja nógvar ymiskar rættir um kvøldið eisini, so vildu vit eisini hava eitt nýtt navn til matstovuna, sigur Jeffri Johannesen, leiðari á Tórshavnar Sjómansheimi.

? Vit hugsaðu leingi um, hvat tað skuldi vera. Av tí at tað er sjómansheim, hugsaðu vit, at tað skuldi hava okkurt samband við sjógv ella skip. Eg, Sámal Petur frá Runavíkar Sjómansheimi og onkur annar sótu har. Uppskot vóru frammi, so sum messan, kahytt og annað. Men vit vóru iki nøgdir við nakað. So við eitt sigur Sámal Petur: »Gallan«. Vit hildu at hetta ljóðaði væl. Samstundi vita fólk, at tað hevur okkurt við skip at gera, hóast tey kanska ikki júst vita hvat. Men gallan á skipi er staðið, har maturin verður gjørdur.


Nógv og

fjølbroytt úrval

Síðsta heyst royndi sjómansheimið at selja kinesiskan mat um kvøldarnar. Hetta fekk tó ikki so stóra undirtøku millum fólk, og eftir tveimum mánaðum, lat tað aftur. At matstovan Gallan skal fáa somu lagnu, trýr Jeffri ikki uppá.

? Vit hava nú so nógvar ymiskar rættir at bjóða, samstundis sum vit heldur ikki seta prísirnar høgar. Tað rokni eg við fer at fáa nógv fólk at koma at royna rættirnar, vit hava at bjóða. Harumframt hava við pizzacafeina í kjallaranum, sum verður nógv vitjað - serliga nú um summarið.

Hóast Jeffri hevur fingið nógv í gongd á Tórshavnar Sjómansheimi hevur hann ikki enn ætlanir um at siga, at nú er gott og seta seg við hendur í favn. Nú matstovan Gallan kemur at virka, ætlar Jeffri saman við kokkunum eisini at gera eitt matarkort til mitt um dagin, so tað verður meir enn bara dagsins rættur at velja ímillum hjá gestunum. Samstundis er eisini ætlanin at gera hølið meir hugnaligt at vera í, millum annað soleiðis at fólk kunnu sita meir fyri seg sjálv, tá ið tey eta á matstovuni.