Gallakonsert við Mpiri

Mpiri hevur gallakoncert á Norðuratlantsbryggjuni 8. november klokkan 16. Høvið er, at kórið gevur út eina nótabók við verkum, tey hava bílagt í sambandi við verkætlan teirra Innlit.

Mpiri hevur gallakoncert á Norðuratlantsbryggjuni 8. november klokkan 16. Høvið er, at kórið gevur út eina nótabók við verkum, tey hava bílagt í sambandi við verkætlan teirra Innlit.


Endamálið við Innlit hevur verið at fáa nýggjan íblástur inn í føroyska kórtónleikaheimin. Hesum endamálinum hava tey roynt at rokkið við at finna nútímans føroyskar yrkingar, sum tey hava biðið tónaskøld úr okkara grannalondum seta tónleik til.


Úrslitið av verkætlanini eru níggju verk, smíðaði av sjey tónaskøldum úr Íslandi, Noregi, Svøriki, Danmark, Onglandi og Skotlandi.

 

Hesi verk verða útgivin í nótabók 8. novembur, har kórið eisini fer at framføra partar av verkunum til gallakonsertina á Norðuratlantsbryggjuni.