Gallakonsert í Hovi

Leygarkvøldið verður eitt heldur forkunnugt tiltak í Skúladeplinum í Hovi. Talan er um eitt gallakvøld, har nógvar konsertir eru á skránni.

 

-Tað er við gleði og spenningi, at FC Suðuroy bjóðar til hugnaliga samveru, framsýning og stóra gallakonsert, har Skúladepilin í Hovi verður karmur um alskyns upplivingarrík og festlig innsløg. Kom og uppliv veitsluróman eitt øðrvísi kvøld í stásiligum umhvørvi og eina flotta og festliga gallakonsert, sum setir gleðina og hugnan í hásæti, siga fyrireikarar á Facebook.

 

Reyði leyparin verður rullaður út at taka ímóti gestunum. Myndir vera tiknar tá fólk koma inn, og bjóðað verður limousine tænastu.

 

Kvøldið byrjar kl. 18.00 við dinertónleiki og framsýning, har borðreitt verður við gløgg og holukøkum fyri gestunum. Kl. 20 byrjar gallakonsertin, har tónleikarar fara at syngja og spæla kendan og vælumtóktan tónleik.

 

Barnakórið hjá Frelsunarherðinum í Vági luttekur eisini á tiltakinum, bæði áðrenn og undir sjálvari konsertini.

 

Á skránni verða framførslur frá Stanley Samuelsen, Hjalmar Magnussen, Evi Tausen, Brandur Enni, Lív Næs og Elin B. Heinesen.

 

Bert eitt orkestur spælir undir hjá øllum, so skiftini ganga skjótt millum solistarnar. Orkestrið er mannað av Jónleifi Jensen á trummum, Tróndi Enni á bass, Magna Husgaard á tangentum og Ólavi Øster á guitar, umframt onnur.

 

Skráin fyri kvøldið er henda:

 

Kl. 18:00

Dyrnar lata upp. Hugnað verður um gestirnar við vælkomu, jólaligum dinertónleiki og málningaframsýning. Borðreitt verður við ókeypis gløgg og holukøkum. Møguliga fáa gestirnir okkurt gott hugskot til jólagávur.

 

Kl. 20:00

Fyrri partur av gallakonsertini.

 

Kl. 20:45

Steðgur. Tíð at strekkja beinini, roykja, og njóta eitthvørt leskiligt. Kallað verður inn aftur kl 21:10

 

Kl. 21:15

Seinni partur av gallakonsertini.

 

Tiltakið er liðugt kl. 22:00

 

Les meira um tiltakið her:

 

www.facebook.com/events/463673650352237/