Galla’ið varð avlýst

Ætlaða fótbóltsgallaveitslan um vikuskiftið varð av ongum. Tá tað kom til stykkis, so var undirtøkan frá spælarunum somikið lítil, at fyrireikararnir úr GÍ hildu tað vera skilabest at avlýsa veitsluna. Tí vaðr eingin ársins spælari kosin hetta vikuskiftið, men tann partur verður tó ikki gloymdur kortini. Ætlanin er nevnliga, at heiðrarnir fyri hetta verða lætnir seinni í hesi vikuni.