Galdandi skipan riggar væl

Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Jan Christiansen, heldur, at galdandi kommunuvallóg riggar væl. -Hon er so demokratisk sum gjørligt. Fyrst verður tú vigaður av fólkinum og síðani av hinum býráðslimunum, áðrenn tú kanst kalla teg borgarstjóra, sigur Jan Christiansen

-Eftir býráðsval er altíð kríggj um at koma í samgongu og at ogna sær borgarstjórasessin. Søgan sigur okkum, at tað er rein tilvild, hvør endar við borgarstjórasessinum. Verður borgarastjórasessurin gjørdur til eitt beinleiðis val, fær fólkið tann persón, tey ynskja í borgarstjórasessin, og tað má verða betur enn at tilvildin ræður.
Í Sosialinum mikudagin mælti býráðslimurin í Havn, Heðin Mortensen, til at gera valið av borgarstjóra til eitt beinleiðis val. Hann helt, at tað í ov stóran er politiska telvingin og ikki fólksins vilji, ið ger av, hvør endar sum borgarstjóri í teimum ymisku kommununum.
Á seinasta kommunuvali í Havn valdi meirilutin í Tórshavnar býráð at peika á Jan Christiansen sum borgarstjóra, hóast hesin endaði á triðja plássi á Fólkaflokslistanum í Havn. Bæði Jákup Suni Joensen og Bjarti Mohr fingu fleiri atkvøðu enn sitandi borgarstjóri.
Vit hava spurt borgarstjóran í Havn seinastu fýra árini, hvat hann heldur um hugskotið hjá Heðini Mortensen.

Tryggari
Jan Christiansen heldur, at galdandi skipan riggar væl, og hon er eisini tryggari enn ætlanin hjá Heðin Mortensen.
-Galdandi skipan er so demokratisk sum gjørligt. Fyrst verður tú vigaður av fólkinum og síðani av hinum býráðslimunum, áðrenn tú kanst kalla teg borgmeistara, sigur Jan Christiansen
Hann leggur afturat, at tað er eisini tryggleiki hjá hinum býráðslimunum at at hava ávirkan á, hvør skal stýra kommununi.
-Gerst valið av borgarstjóra til eitt beinleiðis val, krevst av valevnunum, at tey hava gott fólkatekki og møguliga nógvar pengar at profilera seg við, meðan evnini at samstarva enda í aðru røð. Ímynda tær, at flokkurin hjá valda borgarstjóranum endar í minniluta, so er skjótt, at klandur og kegl fara at eyðkenna býráðsarbeiðið, og tá er lítið vunnið, heldur Jan Christiansen.