Ferðafólk sótu undrandi umborð á Galaxy fyri løtu síðani, tá skiparin boðaði frá, at vegna veður vendi skipið viðaftur.
Tey vóru komin av Krambatanga og vóru komin til Lítlu Dímun, tá skiparin boðaði frá, at veðrið var ov ringt til at halda fram til Havnar.
– Vit høvdu fyrireikað okkum upp á ein baldrutan túr, men hetta var nú lítið av miklum, sigur eitt av ferðafólkum, sum in.fo hevur tosað við.
Tá skipið kom inn á Trongisvágsfjørð hendi eitt hvørt løgið. Tí fólk á Tvøroyri sóu, at skipið brádliga vendi beint inn ímóti kirkjugarðinum, áðrenn skipið sló bakk og baksaðist við bógskúvum fyri at koma aftur á kósina.
Vit venda aftur til málið.