Gakk ella renn á Summar Festivalinum

– Kom við til rennitiltakið »Gakk ella renn fyri heilsuna 2017« á Summarfestivalinum, ið Treysti og Føroya Bjór skipa fyri. Vælumtókta tiltakið verður leygardagin kl. 12.00 á Summarfestivalinum.

 

Soleiðis skriva fyrireikararnir í tíðindaskrivi. Øll sum luttaka eru við í kappingini um góðar vinningar Frá Føroya Bjór. Tiltakið er skipað soleiðis, at øll ganga ella renna í 15 minuttir »út« og so venda øll »heimaftur« í senn. Hetta hevur við sær, at øll byrja samstundis og at øll koma aftur næstan samstundis! Byrjað og endað verður við sølubúðina hjá Føroya Bjór.

 

– »Gakk ella renn fyri heilsuna« hevur aftur hetta summarið verið eitt sera vælumtókt tiltak, har fólk bæði koma út at røra seg og hava sosialan felagskap samstundis. Vit vóna, at nógv fólk og eisini festivalgestir møta til »Gakk ella renn« á Summarfestivalinum.

 

– Ætlanin er eisini, saman við Føroya Bjór, at gera hetta tiltakið til ein fastan tátt á komandi Summarfestivalum, sigur Guttorm Sørensen frá Treystinum..

 

Aftan á renningina fæst okkurt leskiligt frá Føroya Bjór.