Gaini: Vit missa alt trúvirði um teir sleppa út

Tað sigur Shahin Gaini, serlækni í Infektiónsmedisin, um slovakisku spælararnar, ið sita í sóttarhaldi

Shahin Gaini, serlækni í Infektiónsmedisin, hevur nú givið sína meining til kennar viðvíkjandi málinum um Slovan Bratislava og koronusmittuni. Virkandi formaðurin í slovakiska felagnum hevur sagt, at hann roynir at fáa spælararnar úr sóttarhaldinum, áðrenn dysturin verður spældur fríggjadagin.

- Um slovakar, sum nú sita í sóttarhaldi á Hotel Brandan, verða loystur úr sóttarhaldi í Føroyum, tí ein test nummar trý er negativ áðrenn 14 dagars sóttarhald er av, missa vit alt trúvirði millum teir túsund føroyingarnir,  sum eru settir í 14 daga sóttarhald, og sum ikki sleppa úr sóttarhaldi, tí teir hava negativan test. Eg vóni tað enn eru føroyskir myndugleikar og farsóttarnevndin, sum ráða í Føroyum, og ikki UEFA, FSF, KÍ ella slovakiska liðið, skrivar Shahin Gaini.

Fútin hevur í tíðindunum hjá Kringvarpinum klokkan 18 givið greið boð um, at spælararnir hjá Slovan Bratislava ikki sleppa úr sóttarhaldinum.

- Sóttarhald er tvær vikur og tað er tvær vikur, og soleðis er tað fyri øll. Eisini tey, sum ferðast hertil. Tað er soleiðis vit hava valt at gjørt tað. Onnur lond velja at gera tað øðrvísi, men soleiðis eru reglugerðirnar í Føroyum, sigur Michael Bolsen, fúti.

 ##med2##

Champions League dysturin millum KÍ og Slovan Bratislava, sum skuldi verða í kvøld klokkan 19, er nú fluttur til fríggjadagin klokkan 17. Eftir ætlan lendir eykaliðið hjá Slovan Bratislava í morgin klokkan 12.15.

Teir skulu venja á vøllinum í Klaksvík klokkan 18, men tá skulu teir hava verið testaðir og allar royndir skulu verða negativar.

##med3##

Europa League undanumfar:

Hósdagin 20. august

B36-St Joseph’s (16.30)

NSÍ-Barry Town United (18.00) Beinleiðis á FM1

Glentoran-HB (19.00)

Europa League 2. umfar:

B36/St Joseph’s - Levadia Tallinn

Aberdeen – NSÍ/Barry Town United

Motherwell – HB/Glentorian

Champions League 1. umfar:

Fríggjadagin 19. august

KÍ-Slovan Bratislava (17.00) Beinleiðis á FM1

Champions League 2. umfar:

Young Boys – KÍ/Slovan Bratislava