Gagnnýttu at Suðringar vóru moyrir

(Rás2) Hoyr Sølva Vatnhamar greiða frá hvussu Víkingur vann ein tryggan 4-1 sigur á Suðringum

Víkingur kom á slóðina aftur við einum frálíkum 4-1 sigri á Suðringum við Stórá í Trongisvági í dag.

 

Adrian Cascaval gekk á odda, og skoraði miðverjin hattrick í dag, ið ikki var gamalt hjá miðverjum at gera.

 

Aftaná dystin fekk Árni Gregersen orðið á Sølva Vatnhamar hjá Víkingi, ið greiddi frá, at teir í Víkingi vóru greiðir yvir, at Suðringar vóru moyrir aftaná fyrru hálvfinaluna í steypakappingini ímóti B36 í Havn farna mikukvøld, og tí royndu teir at renna við Suðringum, og fingu gagnnýtt, at Suðringar vóru moyrir.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Árni Gregersen gjørdi við Sølva Vatnhamar. 

 

Samrøðan Rás2 gjørdi við Stefan Radosavljevic hjá Suðringum hoyrist HER