Spurningurin um gagnnýtslu av fiski og fiskaúrdráttum er ein hin mest átrokandi í føroysku fiskivinnuni í dag. Traditionella flakavinnan hevur stórar trupulleikar við at klára seg í kappingini úr Kina og Baltisku londunum, og er tað tí neyðugt at leita eftir alternativum. Lyklaorðini seinastu tíðina hava snúð seg um gagnnýtslu av øllum pørtum av fiskinum og virking av hjávørum. Biotøkni er í hesum sambandi nevndur sum ein møguleiki, og verður hetta evnið eisini viðgjørt á evnisdegnum. Harumframt verður eisini alsamt størri dentur lagdur á at halda fiskin so feskan sum gjørligt, m.a. við niðurkøling umborð - og verður eisini greitt frá royndum við niðurkøling og skiljing av fiski umborð.
Soleiðis sigur Suðuroyar Skeiðsdepil í tíðindaskrivi og í dag verður evnisdagur í Stóra Pakkhúsi í Vági, har hetta verður tikið upp. Heiti er; Gagnnýtsla av fiski og fiskaúrdráttum.
Byrjað verður kl. 14.00 og skráin er henda:
Kl. 14.00 Bjóðað verður vælkomin
Kl. 14.05 Virðisøking av hjávøru ? møguleikar og avbjóðingar v/Egil Olsen (stjóri á Faroe Marin Biotech)
Kl. 14.50 Fiskivinnutengda biotøkni v/Hóraldur Joensen (granskingarleiðari)
Kl. 15.20 Kaffi steðgur
Kl. 15.40 Royndir við niðurkøling og skiljing av fiski umborð v/Kára Hansen (reiðari á Grunningi)
Kl. 16.10 Fígging av nýggjum verkætlanum innan fiskivinnuna v/Símun Hammer (leiðari av Virkisráðgeving Spf)
Kl. 16.40 Kjak
Evnisdagurin endar kl. 17.00
Luttøkan er ókeypis