Gagnlig útbúgving

Ein teirra, sum nú hevur fingið prógv sum KT-vørður, er Nick Thomsen

Millum teir lærarar, sum í farnu viku fingu handað prógv sum KT-vørðar, var Nick Thomsen. Umframt at vera KT-vørður, er Nick eisini formaður í nýstovnaða KT-varða felagnum, sum sera hóskandi varð stovnað, beint sum vit komu inn í nýggju øldina.


Teknisk frálæra

Nick greiðir frá, at teir seinasta hálva árið hava verið ein dag um vikuna í hølunum hjá Formula, har teir hava sitið á skúlabeinki.

Hann sigur víðari, at undirvísingin hevur serliga fevnt um røkt av teldunum hjá skúlunum, her undir røkt av stýrisskipanum, netskipanum og ambætarum.

Prógvið, sum teir nú hava fingið, er fyrsti liðurin í útbúgvingini, og meðan hesin parturin hevur fevnt um tann tøkniliga partin av starvinum hjá KT-vørðunum, fevnir seinni parturin um pedagogiska økið.


Teldan sum amboð í skúlanum

Upp á spurningin, hvørt hann væntar at fáa stóra gleði av útbúgvingini, svarar Nick, at hann sær hetta sum ein neyðugan part av skúlaverkinum, har tað er av stórum týdningi, at telduøkið koyrir, sum tað skal.

Eitt er, at hetta er ein neyðugur partur av skúlanum, men Nick væntaði sær avgjørt eisini at fáa stóra gleði og nyttu av nýggju útbúgvingini.

Partvíst tí hetta gevur KT-vørðunum førleika at undirvísa lærarum og næmingum í nýtslu av teldum og forritum, og partvíst, men ikki minst, tí hetta er við til at fáa telduna inn sum eitt náttúrligt amboð í skúlanum.