Onkur nevndi hann mannin, ið helt heiminum saman.
Ross Lowell var millum annað filmsleikstjóri og myndamaður, men kendastur gjørdist hann sum maðurin, ið uppfann gaffertape, ella gaffatape, sum tað vanliga verður nevnt í Danmark og í Føroyum.
Sterka klistribandið verður nógv nýtt í films- og tónleikaheiminum, har tað heldur leidningum og leiktjøldum á pláss.
Ross Lowell doyði 10. Januar í heimi sínum í New york, men tíðindini um deyða hansara eru ikki almenn fyrr enn nú.
Umframt at uppfinna gaffatape, var Lowell t.d. myndamaður á filminum A Year Toward Tomorrow frá 1966. Filmurin vann Oscar virðisløn. Á longu yrkisleið síni innan film starvaðist hann við teim stóru, eittnú Charles Heston.
Navnið gaffertape stavar frá filmsframleiðslu, har ein gaffari er ein, ið ger ymiskt el-arbeiði, dregur káplar og annað tílíkt. Umframt gaffatape, uppfann Lowell eina serstaka “kompakta” ljósskipan, ið verður nýtt til filmsupptøkur, og vann hann fyri hesa skipan Technical Achievement Oscar í 1979.
Eftir Lowell sita 3 synir, ein dóttir og konan Marilyn. Ross Lowell gjørdist 92 ár.