Gaffa: Elton John í topformi á Tórsvølli

Danska tónleikaheimasíðan Gaffa skrivar í dag, at Elton John hevði eina fantastiska konsert í Føroyum. Heimasíðan skrivar, at einki mótmæli var kring konsertina, hóast føroyingar vóru ákærdir fyri ?homohad?. Danir trekkja nú ákærurnar móti føroyingum aftur. Eftir eina framúr konsert við Elton John í gjár skrivar danska tónleikaheimasíðan Gaffa um konsertina.

 

Heimasíðan skrivar, at Elton John veitti eitt fantastiskt show til teir 6000 føroyingarnir, sum vóru møttir á Tórsvølli ? og einki mótmæli var kring konsertina.

 

Gaffa skrivar, at konsertin var eitt prógv um, at Elton John hevur stóran stuðul í Føroyum. Blaðið skrivar eisini, at Imme Dam hevði biðið til, at konsertin bleiv avlýst vegna veður, men at veðrið í gjár var eitt tað besta í Føroyum í ár