Klokkan seks í kvøld kom legði Gadus at í Norðhavnini við 757 tonsum av frystum flaki eftir ein túr í russinsum sjógvi, sum byrjaði 9. mars.
Teir byrjaðu stutt eftir at leggja veiðuna upp í Norðhavnini, sum meginparturin er toskafløk. Teir fara eftir ætlan avstað aftur komandi týsdag.
Bilar hjá Effo leggja góð 200 tons av olju umborð til henda nýggja túrin.
Brandur Joensen var skipari, og Róðin Biskopstø verður skipari komandi túr.
Skrivað hevur Dávur Winther.










