Gadus heim við fullari last

Gadus fór avstað hin 21. mars, og teir hava havt góðan fiskiskap.

Verksmiðjuskipið Gadus hjá JFK-Troli í Klaksvík hevur nú sett kós heim til Føroya við fullari last, sum man liggja um 750 tons.

 

- Vit hava verið í norskum sjógvi í Barentshavinum. Fóru úr Føroyum hin 21. mars og hava havt góðan fiskiskap.

 

Soleiðis sigur ein av manningini av skipinum.

 

Á skrivstovuni hjá JFK-Troli vátta tey, at skipið hevur umleið fulla last, og at kósin nú er sett heim.

 

Tað hevur gingið væl hjá Gadusi, síðan skipið kom í føroyska fiskiskipaflotan fyri nøkrum árum síðan.

 

Í so máta er hesin túrurin, sum nú nærkast endanum, einki undantak. Um nakrar dagar eru skip og manning heima.