Higartil í ár hevur tað ligið ógvuliga væl fyri hjá trolarunum, sum royna í Barentshavinum. Nú er meiri enn ein vika, síðani Akrarberg, Enniberg og Sjúrðarberg komu heim av landa.
Gadus er einsamallur føroyskur trolari í Barentshavinum í løtuni, og nú fer túrurin hjá honum av álvara at halla.
Í gjár fóru teir upp um 700 tons í flaki. Harvið resta tað eini hálvt hundrað tons ella kanska gott tað í fulla last.
Gadus fór av Klaksvík 29. desember, og teir hava alla tíðina roynt í norskum sjógvi, har veðrið hevur verið óvanliga gott, tá ið árstíðin verður havd í huga.