Gaddafi kann verða verandi í Libya

Tað er ikki neyðugt hjá libyska leiðaranum, Muammar Gaddafi, at fara av landinum, um hann gongur við til at leggja frá sær. Tað sigur leiðarin hjá uppreistrarmonnunum, Mustafa Abdel Jalil, við Reuters.

-Sum eina friðarliga loysn hava vit tað tilboð, at hann kann fara frá og biðja sínar hermenn taka seg aftur, og so kann hann sjálvur gera av, um hann verður verandi í Libya, ella um hann fer av landinum, sigur uppreistrarleiðarin. Hann leggur aftur, at verður Gaddafi verandi í Libya, skulu uppreistrarmenninir gera av, hvar hann skal halda til, og altjóða samfelagið skal hava eftirlit við tilgongdini.

Saif al-Islam Gaddafi, sum er sonur libyska leiðaran, sigur við franska sjónvarpið TF1, at pápi hansara hugsar als ikki um at fara úr Libya, men at hann er sinnaður at tosa um demokrati, val, nýggja stýrisskipan og vápnahvíld.