Gaddafi heldur ikki vápnahvíldina

Hermenn, sum eru Muammar Gaddafi trúgvir, taka seg í kvøld fram ímóti býnum Benghazi, sum er høvuðsbýur hjá uppreistrarmonnunum. Tað sigur arabiska sjónvarpið al-Jazeera.

Tíðindamaðurin hjá al-Jazeera í Benghazi sigur, at bardagar eru millum hermenn hjá Gaddafi og uppreistrarmenninar í býunum al-Magroun og Slouq, sum eru einar 50 kilometrar frá Benghazi.

Khaled al-Sayeh, sum er talsmaður hjá tí ovasta ráðnum hjá uppreistrarmonnunum í Benghazi, segði við fronsku tíðindastovuna AFF fyrr í kvøld, at hermenninir hjá Gaddafi hava hildið fram við álopum sínum, eftir at stjórnin lýsti vápnahvíld. Sambært talsmanninum vóru bardagar í býunum Misrata, Ajdabiyah og Zintan.

Stýrið hjá Gaddafi avsannar, at stjórnarherurin hevur brotið vápnahvíldina.