Gaddafi hóttir Sveis

Libyski leiðarin, Muammar Gaddafi, vil hava allar rætthugsandi muslimar at fara í heilagt kríggj ímóti Sveis, tí landið vil ikki hava muslimsk biðitorn. Ta avgerðina tók sveisiska fólkið á einari fólkaatkvøðu í fjør.

Muammar Gaddafi sigur, at teir muslimar, sum hava nakað samband við Sveis, eru vantrúgvandi og ímóti islam og Muhammed profeti.

Libyski leiðarin hevur fyrr sagt, at sveisiska forboðið ímóti muslimskum biðitornum eigur at fáa ST at flyta sínar skrivstovur úr Sveis.