Muammar Gaddafi er til reiðar at beina fyri so nógvum uppreistrarmonnum sum gjørligt fyri at fáa ræðið á øllum Libya. Tað sigur amerikanski uttanríkisráðharrin. -Vit hava umhugsað fleiri ymisk tiltøk, sum skulu verja libyska fólkið ímóti tess egna leiðara, sum tykist vera til reiðar at flyta klokkuna aftur og at drepa so mong sum gjørligt, sigur Hillary Clinton við sjónvarpið NBC.
Libyski stjórnarherurin hevur tikið fleiri av býunum, sum uppreistrarmenninir hava havt ræðið á, og ein sonur Gaddafi segði í gjár, at uppreisturin fær ein enda innan 48 tímar.
Altjóða Reyði Krossur hevur flutt síni starvsfólk úr býnum Benghazi, sum er høvuðsstøð hjá uppreistrarmonnunum. Tey eru nú farin til Tobruk, sum er longri eysturi.