Leiðararnir á G8-fundinum í Týsklandi samdust í dag um eina felags niðurstøðu um veðurlagsbroytingarnar. Eftir semjuni eru tey átta londini til reiðar at umhugsa at skerja CO2-útlátið eina helvt innan 2050.
Tað ljóðar kanska ikki serliga bindandi, men
týski kanslarin, Angela Merkel, duldi ikki fyri, at hon var sera væl nøgd við niðuirstøðuna.
-Vit eru samd um, at útlátið má ikki veksa, og at vit síðani eiga at skerja tað munandi. Tað er eitt stórt framstig, segði hon í dag.