G! hitar upp til festivalin á torginum í SMS, har fólk kunnu koma og fáa sett armband á til tónarnar frá ymsum framførslum.
Í dag undirhelt Karmakanónin, og fleiri enn 200 spentir festivalgestir vóru og fingu sær síni armbond á.
Møguleiki er at fáa armbondini á í SMS og í Tøting í Gøtu í morgin og mikudagin afturat.
Eftir tað verður tað í atgongumerkjavogninum á festivalinum, siga tey frá G! festivalinum.