Gávur til starvsfólk hjá tí almenna

Fíggjarmálaráðið boðar í dag frá, at starvsfólk hjá landinum, sum hava 25, 30, 40 og 50 ára starvsdag, kunnu fáa eina peningagávu, ella gávu áljóðandi sama virði, frá almenna stovninum. 25 ár í starvi gevur 2.000 kr., 30 ár geva 3.000 kr. 40 ár 4.000 og 50 ár í almennum starvi geva 5.000 kr. Tá ið áramálið verður talt, telur øll tænasta hjá landsins stovnum við. Tó ikki tænasta hjá almennum partafelag. Eisini kunnu starvsfólk, sum hava rundan starvsdag fáa ein frídag við løn.