Fótbóltur
- Tit hava longu fingið tvær gávur frá okkum, so vit hava onga gávu við hesaferð.
Orðini átti onkur av HB-spælarunum, sum komu yvir í gullveitsluna hjá B36 leygarkvøldið. Og heilt skeiv mundu tey heldur ikki vera. Tí var tað ikki fyri tveir katastrofalar brølarar frá tveimum royndum HB-arum, so kundi reyð/svarti parturin av Gundadali helst rópt seg føroyameistara fjórða árið á rað.
Móti dystargongdini
Skal takast saman um dystin, so man intensitetur vera orðið, sum best lýsir hetta seinasta brakið. Longu hálvan tíma undan dystinum vóru skýlini við felagshúsini um at vera full, og spakuliga byrjaði stóra skýlið eisini at fyllast.
Og tá dysturin fór ígongd, stóð eisini skjótt greitt, at menn vóru tendraðir. Frá fleiri síðum hevði annars verið tosað um, at dysturin væl kundi gerast sum langur talvleikur fyrsta tíman ella so, men hetta hendi ongantíð. Serliga B36 tóktist sera agressivt fyrstu løtuna, og møguleikar spurdust eisini burturúr.
Allur syðri endi av Gundadali mundi farið uppfrá, tá Allan Mørkøre ta einu ferðina stóð púrasta blankur, men onkursvegna legði hann bóltin fram við stólpanum úr stuttari fjarstøðu. Og í fleiri øðrum førum gjørdist talan eisini um hálvar og heilar kjansir, sum Bárður Johannesen tó hevði tamarhald á.
Men tað var tó ikki bara B36, sum sat á øllum. HB hevði kanska eitt meira verjukent útgangsstøði, men hinvegin, so gekk tað við fullarið ferð, tá liðið so fór niðan eftir vøllinum. Ikki minst gav tað B36 høvuðbrýggj, at kantarnir hjá HB vóru so skjótir avstað. Og einar tvær ferðir hevði Svend F. Jacobsen góðar skotroyndir, tá hann samlaði upp út fyri brotsteigin.
Sum dysturin leið, so fall ferðin á spælinum nakað. Tað var ikki hugsingur um, at nakar partur kundi halda á við somu ferð í samfullar 90 minuttir. Eina løtu móti endanum royndi B36 aftur at seta ferð á. Og uttan iva skuldi Bergur Midjord lagt teir á odda, tá hann misnýtti størsta møguleikan í dystinum við at smekka bóltin beint í krovið á spraklandi HB-málverjanum.
Og so hendi tað, sum ikki mátti henda fyri B36. HB HB revsaði uttan náði, tá teir fingu møguleikan. B36 var annars frammi í horna, tá HB ruddaði bóltin burtur. Tað eydnaðist Jákupi á Borg at sneiða Klæmint Matras av sær, og komin móti brotsteiginum slepti hann til Bárð Mortansson, sum at kalla kíndi bóltinum yvir í longra hornið.
Kølldømdur deyðastoytur og gávur
Hetta var sum vátur vøttur hjá B36 at fáa, og eina góða løtu eftir steðgin tóktist tað eisini, sum hevði HB fult tamarhald á støðuni. HB fekk nú frið á sær sjálvum, soleiðis at eyðkendi spælistílurin kundi praktiserast. Bólturin varð róliga koyrdur kring vøllin, meðan bíðað varð eftir avgerandi møguleikanum. Og hesin kom kanska eisini, tá 53 minuttir vóru farnir. Í øllum førum var Uni Arge als ikki samdur við linjudómaranum, sum veittraði hann at vera rangstaddan, tá bóltur varð stungin inn um verjuna.
Men enn tóktist HB at hava fult tamarhald á. Heilt fram til 63. minutt, var meistarakósin vís, men so hendi tað, sum ikki mátti henda. Hallur Danielsen,s um spældi sín seinasta dyst á besta HB-liðnum, stútaði bóltin fyri føturnar á Allani Mørkøre, og so gjørdi veteranurin skjótt av. Báolturin varð hamraður flatt í kassan, og so tendraði B36 av álvara. Teir søktu oman móti HB-málinum, og tó at talan ikki gjørdist um opnar møguleikar, so tóktist greitt, at javnvágin í dysitnum enn einaferð var koppað.
Og HB'arnir vóru enn ikki lidnir við gávugevingina. Eftir at Alaln Mørkøre hevði smekkað flatt innlegg inn um HB-verjuna, megnaði Hans á Lag bara at skumpa bóltin út til Fróða Benjaminsen, og hann hevði ikki stórvegis trupulleikar, tá bólturin varð smekkaður í kassan.
Verjan helt enn einaferð
Og so var tað B36, sum var á meistarakós. HB royndi at fremja broytingar av ymsum slag. Hans á Lag varð sendir niðan í álopið, og framrættaðar útskiftingar vórðu eisini gjørdar, men teir fingu ongantíð veruliga møguleikann, sum kundi sent teir aftur í dystin.
B36'arnir offraðu seg av øllum hjarta. Bæði Mikkjal Thomassen og Bergur Midjord máttu skiftast út við krampum í leggjunum, og hóast aðrir helst eisini kendu tað á sama hátt, so stríddust teir víðari. Eitt langt suff mundi fara um alt B36-húsið, tá fýra minuttir vórðu lagdir afturat leiktíðini, men talvan segði tað sama. 2-1 til B36, sum við sigrinum kom upp á 54 stig, og tað er nóg mikið til gullið.
Og skal takast saman um árið, so slepst illa undan, at gullið er so hampuliga væl uppiborið. Hóast fleiri hava hildið, at liðið ikki skjýtur nóg nógv mál, so hevur talan fyrst og fremst verið um eina óhugnaliga sterku verju, sum saman við Jákup Mikkelsen í málinum bert hevur latið 17 mál inn í 21 dystum. Júst hetta hevur helst verið sterkasta síðan hjá B36 í ár. Teimum hagtølunum hevur einki annað lið verið í nær námind av, og hetta er eisini fremsta orsøkin til, at B36 bara tríggjar ferðir í ár noyddist av vøllinum sum tapri. Hvørja ferð við teprum 0-1 tapi.